Baldur er tann góði og vakri ásurin, sum øll elska. Hann er vísur, góðhjartaður og rættvísur, og so hevur hann góðar talugávur. Hann verður ofta settur í samband við sólina. Hann er giftur við Nannu, og saman eiga tey sonin Forseta. Tey búgva á garðinum Breiðablik, sum er tað vakrasta staðið av øllum, og har einki ilt kann vera. Blóman baldursbrá eitur eftir Balduri og navnið sipar til hansara ljósu eygnavippur. Hann eigur skipið Ringhorn og eitt ross.
Høður er blindur og øgiliga sterkur. Hann er sonur Óðin og Frigg. Hann er serliga kendur fyri at verða lumpaður til at drepa beiggja sín.